Lýsingagrein

Fishfacts skipar fyri heimsins fyrstu digitalu FishExpo

Fishfacts skipar fyri heimsins fyrstu digitalu FishExpo 9. - 10. juni 2020

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2020-04-14 07:14 Author image
Fishfacts
placeholder

Fishfacts skipar fyri heimsins fyrstu digitalu FishExpo 9. - 10. juni 2020. Tað eru feðgarnir, Óli og Hanus Samró, ið eiga og reka talgilda pallin, Fishfacs.

- Vit skuldu eftir ætlan luttaka á fleiri messum í vár, herímillum Brússel Seafood Show, men alt varð avlýst, orsakað av Covid-19 kreppuni, sigur Hanus Samró, sølustjóri.

Ístaðin fyri at bíða, gjørdu feðgarnir av at skipa fyri heimsins fyrstu digitalu FishExpo.

[object Object]

- Vit hava longu verið í sambandi við fleiri av okkara brúkarum, og móttøkan hevur verið ótrúlig. Allir, eg havi tosað við, hava váttað luttøku, sigur Hanus Samró, sølustjóri.

- Vit hava uppá lutfalsliga stutta tíð ment eina sosialan platform, ala Linkedin/Facebook, men sum bara fokuserar uppá fiskivinnuna. Við øðrum orðum: vit knýta heimsins fiski- og tænastuvinnu saman á ein og sama pall. Fishfacts. 

Fishfacts hevur 400 av størstu fiskiskipunum í heiminum sum brúkarar. Úr Kanada og Russlandi til Noreg og Nýsælandi. 

Les mera á www.fishfacts.com.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder