Í dag lá norski trolarin Båtsfjord á Havnini. Båtsfjord er ein av mongu trolarunum hjá stóra reiðarínum Havfiske. Teir høvdu ørindi á Havnini og so bunkraðu teir samstundis, tí oljan er væl bíligari í Føroyum enn í Norra.
- Hetta er eitt gott eldri skip, og ein av 10 trolarum hjá Havfiske. Vit fiska í Barentshavinum og í Norðsjónum, og tað er mest tosk, og so nakað av hýsu og upsa. Tað sigur føroyski maskinmeistarin Ragnar Dam.
- Hendan túrin hava vit verið í Norðsjónum og fiskað upsa. Vit hava umleið 200 tons inni. Vit royndu tætt við føroyska markið, so tað var ikki langt at sigla inn á Havnina, sigur hann.
19 mans eru við Båtsfjord, og tvær manningar hoyra til skipið. Á vaktini sum er umborð nú, eru normenn og føroyingar, meðan normenn manna hina vaktina. Teir ganga vakt so teir arbeiða í seks tímar og hava so frí í seks tímar. Teir eru umborð í fimm vikur og so hava teir frí í fimm vikur.
Sjómanstrúboðarin vitjaði umborð og heilsaði uppá manningina.
Føroyska Sjómansmissiónin ynskir teimum og sjófólkinum annars Guds signing og varðveitslu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald