Nei, einki snýt var, tá menn umborð á Borgaranum fiskaðu tosk, men avreiddu sild.
Sakin var tann, at síðst í november landaði Borgarin sild í Kollafirði, sum teir høvdu fiskað norðuri í altjóða sjógvi.
Meðan teir landa, fekk onkur hug at royna eftir toski, út av síðuni á skipinum, tí bátar høvdu fingið tosk heilt inni við bryggjuna í Kollafirði.
- Vit fingu umleið 500 pund av stórum toski í lýsingini í morgun, og so hava vit fingið væl av toski gjøgnum dagin. Nú í skýmingini, er meiri at fáa aftur, so vit hava óivað fingið eini 800-1000 pund gjøgnum dagin, so tað er bæði hugnaligt og hugaligt at fiska tosk, meðan vit landa sild.
Tað søgdu Martin, Óli og Rói.
- Vit nýta spilfeska sild úr lastini til agn, og tað sær út sum toskurin dámar hana væl. Vit hava fimm húkar á dorgini, og fleiri ferðir hava vit havt fimm toskar á. Hesin fiskiskapurin er næstan strævnari enn at fiska sild, siga teir skemtandi.
Sjómanstrúboðarin, sum vitjaði umborð við jólapakkum, fekk at kóka av toski.
Tíð varð eisini til ein drekkamunn, eitt Guds orð og bøn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald