2020-06-19 12:21
Trolbáturin Fiskaklettur, sum roynir á landleiðini, kom í morgun inn til Klaksvíkar. Ikki við egnari hjálp, men við hjálp frá Brimli.
Í gjár misti Fiskaklettin allan streymin umborð, og mátti senda boð eftir hjálp. Brimil kom teimum til hjálpar, og í morgun komu teir inn á Klaksvík, skrivar Norðoyaportalurin.
Fiskiklettur hevði um 51.000 av fiski umborð, mest havtaska og toskur, sum verður landað hjá NFCS og bjóða út á Fiskimarknaði Føroya, skrivar Norðoyaportalurin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald