Innanlands

Fiskidagarnir í bólki 5B eru uppi

Vørn boðar frá, at fiskiskapurin í bólki 5B skal steðga beinanvegin

2019-07-10 11:25 Author image
Ari av Rana
placeholder

Vørn boðar í dag frá, at fiskidagarnir í bólki 5B eru uppi. 

Tað vóru tillutaðir 3.552 dagar til bólk 5B í ár, sbrt. § 4 í kunngerð nr. 76 frá 22. mai 2019, um treytir fyri fiskiloyvi 5A og 5B og reglur um býtið av fiskidagatalinum í bólki 5, útróðrarbátar undir 15 tons.

Vørn boðar tískil frá á heimasíðuni, at fiskiskapurin í bólki 5B skal steðga beinanvegin. 

Kunngerðin kann finnast her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder