Innanlands

Fiskiskapur eftir data: Innsavnan og gagnnýtsla av data frá skipum

Á næsta tiltakinum hjá Ocean Cluster Faroes, sum verður mikudagin 1. desember kl. 14 á Bátasavninum í Leirvík, verður evnið, hvussu vit betri kunnu gagnnýta data frá skipum í fiskiskapi og granskingarhøpi

(Mynd: Sjókovin)

(Mynd: Sjókovin)

2021-11-29 18:53 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Nógv fiskiskip hava framkomna tøkni og savna eina rúgvu av data í sambandi við fiskiskapin. Tað eru stórir møguleikar at nýta hetta data bæði til at fiska betri og í granskingarhøpi, til dømis kunnu hitatøl frá bæði skipi og troli saman siga nakað um lagbýtið í sjónum, og hvar frontar standa. Hetta hevur stóra ávirkan á útbreiðsluna av uppsjóvarfiski. Savnan av hitadata, data um fiskaslag og støddarbýti frá hvørjum tovi, kann saman við havfrøðiligum data (frá fylgisveinum og í havinum) og modellum, geva neyvari sann-tíðar (real time) vitan um umstøðurnar í sjónum. Hetta bæði við vatnskorpuna og djúpari. Slík vitan kann gera fiskiskapin neyvari og skynsamari, og samstundis geva virðismikla vitan til havfrøðiliga gransking.

Á tiltakinum fer Hjálmar Hátún, havfrøðingur á Havstovuni at greiða frá møguleikunum í at gagnnýta slíkt data; Jan Egholm, stjóri á Vikmar, kemur at greiða frá hvørji hagtøl tey savna, og hvørjar framtíðarætlanir tey hava á økinum. Eisini kemur Signar Heinesen frá Data Quality Systems at greiða stutt frá, hvussu slík data kunnu góðskutryggjast til nýtslu í granskingarhøpi. Eisini fara umboð fyri Christian í Grótinum, Framherja, Varðan og Smyril Line at hugleiða um virðið á slíkum data.

Høvi verður til eitt prát og ein drekkamunn eftir tiltakið. Sum siður er á síðsta tiltakinum fyri jól, verður rís a la mande og annað jólaligt á matskránni.

Neyðugt er at boða frá luttøku her.

Um Ocean Cluster Faroes

Ocean Cluster Faroes er eitt netverk við endamálinum at stimbra nýskapan og burðardygga menning í føroyskum sjófeingisvinnum. Tiltøkini verða fyrsta mikudag í hvørjum mánaði og snúgva seg um ymisk viðkomandi evni fyri føroyskar sjófeingisvinnur. Her fáa áhugapartar høvi at hittast til kunnleikaflutning og at kjakast um felags avbjóðingar og loysnir.

Limir í Ocean Cluster Faroes eru vinnufyritøkur, granskingarstovnar og aðrir áhugapartar. Í Ocean Cluster Faroes hittast partarnir javnan til íblástur. Felags fyri limirnar í Ocean Cluster Faroes er, at teir allir hava áhuga í nýskapan og burðardygd í sjófeingisvinnum, føroyska samfelagnum at frama. Øll kunnu gerast limir í Ocean Cluster Faroes.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder