Nøkur skip eru givin at fiska, meðan summi royna at fiska framvegis.
Svartkjaftafiskiskapurin plagar at vera liðugur hesa árstíðina, men av tí at veðrið var so vánaligt tá ið hann byrjaði, og lítið var at fáa, hava fleiri skip nakað av kvotu eftir, sum tey royna at fiska.
Finnur Fríði liggur í dokkini á Skála, har skipið ger ymiskt viðlíkahald. Gitte Henning 1 liggur á Runavík, har teir fyrireika seg til makrelfiskiskapin, sum byrjar í august, og Hoyvík liggur á Vestmanna.
Mest um øll hini uppsjóvarskipini royna eftir svartkjafti, men lítið er at fáa.
Skipini royna víða um undir Føroyum, og á feltinum sunnanfyri royna eisini tey fáu íslendsku skipini, sum ikki eru givin við svartkjaftafiskiskapinum enn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald