Innanlands

Fiskiskapurin er brúkiligur, men ikki prísurin

Stamparnir hava staðið engdir í fleiri vikur, so agnið var gamalt, men kortini var meiri enn 200 pund uppá stampin, sigur Per Hansen sum eigur og rekur útróðrarbátin Kongastein

(Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

(Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

2020-06-05 21:32 Author image
Føroyska Sjómansmissiónin
placeholder

- Vit hava verið eystanfyri við 27 stampum og hava 6300 pund, so tað er brúkliligur fiskiskapur. Stamparnir hava staðið engdir í fleiri vikur, so agnið var gamalt, men kortini var meiri enn 200 pund uppá stampin.

Tað segði Per Hansen, sum eigur og rekur útróðrabátin Kongastein á Glyvrum og sum landaði á Toftum í vikuni.

- Størra helvtin er toskur og restin er hýsa. Hýsan er hampuliga væl fyri, men toskurin er ójavnur. Hann skuldi gjarna verið væl feitari enn hann er, men kortini haldi eg hann er betri í holdun nú, enn tá vit vóru síðst túr fyri 12 døgum síðani, segði Per Hansen.

- Eg veit einki um prís í dag, men síðstu tíðina hevur hann verið vánaligur, kanska mest av korona, men óivað eisini tí hann ikki er nóg feitur. Kanska fiskaprísurin fer upp, nú sjómanstruboðarin tekur ímóti á bryggjuni, umboðandi tær hagru maktirnar, segði Per skálkaliga.

Brian Thomsen rør út saman við Peri.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder