2020-02-06 15:33
Tey seks skipini ið hava roynt eftir toski á Flemish Cap í smáar tær vikur eru á veg heim. Hetta er tað, ið tey hava í lastini:
Klakkur 458,7 tons (fiskaði eisini fyri Ågot)
Stapin 280 tons
Kambur 280,7 tons
Eivind: 279,8 tons
Jákup B 279,5 tons (ikki greitt hvussu nógv hann fiskaði í gjár, so har er nakað meira í lastini)
Jógvan I 277,8 tons
Tilsamans var toskakvotan hjá føroysku frystilínuskipunum 1.907 tons. Í fjør var hon næstan tvfalt so stór: 3.911 tons.
Kelda: KVF
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald