Seinastu tíðina hevur línubáturin Fiskivarði staðið á sølulista, men einki ítøkiligt liggur á borðinum, sigur Bjarni í Skálum, reiðari.
- Fiskivarði hevur staðið á sølulista síðani í vár, og tað er sakførarin Janus Rein, sum stendur fyri søluni, men sum vit skilja tað, so er einki ítøkiligt, sum liggur á borðinum í løtuni, sigur Bjarni í Skálum.
Bjarni í Skálum sigur víðari, at teir saman við Bjarna Kass keyptu trolbátin Dragasund í 2017, og umbygdu beinanvegin trolbátin um til línubát, og Fiskivarði hevur verið til fiskiskap, men sum støðan er nú er trupult at manna línubátin, og tí er hann lýstur til sølu.
Vit spurdu reiðaran, um tað ikki hevði verið áhugavert at fingið útlendingar at manna Fiskivarða, og her svarar reiðarin, at tað kundi verið ein møguleiki, men tað er ikki tað sum liggur í kortunum í løtuni.
- Um vit skulu manna Fiskivarða við útleningum, so mugu vit hava ein, sum tímir at dríva línubátin við útlendingum umborð, og tað er ikki aktuelt í løtuni, tí tað er sera trupult at manna slíkar bátar, sigur reiðarin víðari.
Fiskivarði stendur til sølu fyri 7,8 milliónir krónur, og Bjarni í Skálum sigur, at prísin kann man sjálvandi tosa um.
- Man má byrja onkustanðis, og loyvini fylgja jú við um onkur ynskir at keypa Fiskivarða og dríva hann í Føroyum, men um báturin verður seldur av landinum, so fær keyparin sjálvsagt ikki loyvini við, sigur reiðarin at enda.
Fiskivarði kom til Føroya í 2002, og hevði tá navnið Norðleivur. Báturin er upprunaliga bygdur sum trolbátur, og er seinni yvirdekkaður og umbygdur til línubát.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald