Frá 1. januar 2020 verða karmarnir hjá føroysku fiskivinnuni munandi styrktir. Nýggja lógin um sjófeingi gevur vinnuni brúksloyvir við 12 ára uppsagnartíð, og uppboðssølan er strikað.
Í samgonguskjalinum í september setti samgongan sær fyri at menna eina fiskivinnunýskipan, ið elvir til búskaparliga, vinnuliga, lívfrøðiliga og umhvørvisliga burðardygd, og sum hevur við sær mest møguliga virðisøking og menning í Føroyum. Hetta skuldi m.a. gerast við at strika uppboðssøluna av fiskirættindum, leingja gildistíðina á loyvum og at leggja menningarkvoturnar um til varandi loyvir.
Samgongan hevur hildið síni lyfti. Løgtingið hevur nú samtykt nýggja lóg um sjófeingi, sum kemur í gildi á nýggjárinum.
Long loyvi tryggja og stimbra
Høvuðstættirnir í nýggju lógini eru, at vinnan nú fær brúksrættindi til loyvini í 12 ár. Hetta stimbrar undir nýíløgur og menning, tí ætlanirnar nú kunnu hvíla yvir longri áramál.
Uppboðssølan verður strikað. Tey, ið hava keypt rættindi á uppboðssølu, kunnu leggja síni loyvi um til long brúksrættindi, soleiðis at hesi eisini kunnu gerast trygt grundarlag undir langtíðarætlanum.
Menningarkvoturnar kunnu somuleiðis leggjast um til longri loyvi, um tær eru virðisskapandi og burðardyggar. Harumframt skal ein skipan við vinnuligum royndum og royndarfiskiskapi mennast.
Frí umsetiligheit
Fiskidagaskipanin heldur fram. Nýggja lógin tryggjar eisini, at skipanin við fiskidøgum og kvotuskipanirnar í størsta mun verða skipað sum frítt umsetilig rættindi.
Fría umsetiligheitin tryggjar, at rættindini verða skipað um tey fiskifør og feløg, sum í størsta mun kunnu skapa størsta virðisvøksturin. Rættvísa býtið av virðisvøkstrinum verður framt við grundarlagi í eini tilfeingisskattalóg, sum verður løgd fyri tingið, og so haraftrat skatti av endaligari sølu av veiðiloyvum.
Samgongan hevur við nýggju lógini um sjófeingi givið vinnuni sterkar og tryggar karmar og hevur samstundis tryggjað, at hon sleppur at virka eftir marknaðarbúskaparligum treytum. Við hesi skipanini kann vinnan skapa størsta møguliga virðisvøksturin, sum verður hóskandi býttur millum vinnugeira og landsbúskap.
(Tíðindaskriv frá Fiskimálaráðnum)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald