Innanlands

Fiskivinnan ikki komin so langt høvdu ikki útlendskir íleggjarar verið

Hanus Hansen, reiðari, heldur at fólk í veruleikanum ikki vita hvussu positiva ávirkan útlendingar hava havt

Mynd: Klara Johannesen / Vinnulívið

Mynd: Klara Johannesen / Vinnulívið

2018-11-09 06:40 Author image
Sverri Egholm
placeholder

- Eg haldi at í veruleikanum vita fólk faktiskt ikki, hvussu positiva ávirkan útlendsku samstarvsfelagarnir hava havt á fiskivinnuna.

Tað sigur Hanus Hansen, reiðari, við nýggjastu útgávuna av Vinnulívinum, sum er komið í handlarnar.

- Eg havi samstarvað við útlendingar næstan øll árini síðan eg byrjaði við JFK, og eg havi verið ómetaliga glaður fyri samstarvið.

- Tað tykist, at nógv fólk halda, at har útlendingar eru uppi í, hava teir alt at siga, og føroyingar einki. Strámenn uttan nakra ávirkan yvirhøvur. Men tað er so langt frá veruleikanum, sum tað kann vera, sigur Hanus Hansen.

Eftir hansara tykki hevði føroyska fiskivinnan ikki verið komin so langt, sum hon er, um útlendskir íleggjarar ikki høvdu verið við.

Les eisini: Dávid Jacobsen: Føroyar kunnu enda sum kirkjugarður fyri gomul skip

Les eisini: Høgni Hoydal: Íløgur í skip og framleiðslu fara at síggjast skjótt

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder