Innanlands

Fiskivinnan stovnar felag at fremja burðardygd

FISF er felag hjá føroysku fiskivinnuni, hvørs endamál er at gera fiskavørur frá burðardyggum fiskiskapi meira atkomiligar fyri heimsins tilvitaðu forbrúkarar

(Tilvildarlig savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

(Tilvildarlig savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

2021-06-30 08:50 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í nógv ár hevur føroyska fiskivinnan samstarvað um at fáa altjóða góðkenning av føroyska fiskiskapinum sum burðardyggan, og nú hevur fiskivinnan tikið enn eitt stig á burðardyggu leiðini og stovnað felag til at røkja hetta virksemi og røkka framfýsnum málum.

FISF (Faroe Islands Sustainable Fisheries) er felag hjá føroysku fiskivinnuni, hvørs endamál er at gera fiskavørur frá burðardyggum fiskiskapi meira atkomiligar fyri heimsins tilvitaðu forbrúkarar.

Ítøkiliga vil felagið virka fyri at fáa altjóða góðkenningar av føroyskum fiskiskapi sum burðardyggan og fremja neyðug átøk í vinnuni til tess at røkka hesum. Ein fortreyt fyri hesum virksemi er, at føroyska granskingarumhvørvið, serliga Havstovan, áhaldandi veitir nøktandi hagtalsligar greiningar av støðuni hjá fiskastovnunum, skrivar Vinnuhúsið.

Í Føroyum hevur fiskivinnan í stóran mun valt at latið felagsskapin Marine Stewardship Council (MSC) borga fyri altjóða góðkenning og yvirvøku av fiskiskapi okkara. Við at velja fiskavørur við MSC-merkinum stuðlar brúkarin fiskiskapi, sum verjir havumhvørvi okkara og eggjar øðrum at gera tað sama.

MSC-góðkenningin byggir á tríggjar meginreglur:

1. Fiskiveiðan skal vera burðardygg fyri stovnin.

2. Atknýtta vistskipanin skal varðveitast.

3. Fiskiveiðuskipanin skal liva upp til hóskandi krøv.

Higartil hevur MSC givið føroyskari fiskiveiðu fleiri góðkenningar, m.a.: Fiskiskapinum eftir toski, hýsu og upsa í Barentshavinum (í 2012), upsafiskiskapin undir Føroyum (í 2013) og fiskiskapin eftir longu og brosmu undir Føroyum (í 2018). Fiskiskapurin eftir hýsu og toski undir Føroyum verður væntandi góðkendur í heyst.

Framyvir fer FISF at standa fyri enn fleiri MSC góðkenningum av føroyskari fiskiveiðu, bæði at røkja verandi og at fáa nýggjar góðkenningar.

Meira kann lesast her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder