- Nú skulu vit rigga skipið til fiskiskap, og harafturat skulu nøkur smáting gerast umborð. Vit vera vónandi klárir at fara upp í Barentshavið í komandi viku. Eg og Ásmund Olsen, fara at skiftast sum skiparar og eg taki fyrsta túrin. Vit vera 28 mans, og nakrir av teimum sigldu eisini við undanfarna Sjúrðarbergi.
Tað sigur Rálvur í Norðnástovu, skipari, á Sjúrðarbergi.
- Skipið var eitt sindur viðtikið, tá vit yvirtóku tað, men síðani hava vit sett tað í stand og dagført tað. Tí er tað í rímuliga góðum standi nú, og kemur vónandi at rigga væl. Hesin Sjúrðarberg fer at flekja fiskin umborð, meðan tann gamli heilfrysti hann. Flakamaskinur vóru umborð, og vit hava dagført tær og sett eina flakamaskinu umborð afturat,- Tað sigur Sofus Mikkelsen, frá JFK-trol.
Sjúrðarberg kom á Klaksvík á middegi. Vegna koronu, slapp manningin ikki í land, og eingin slapp umborð. Manningin er kannað fyri koronu og fær vónandi neiligt svar í dag, so teir sleppa í land.
Skiparin kom tó niður í landgangin og heilsaði uppá sjómanstrúboðaran – í fjarstøðu.
Sjúrðarberg er bygdur á Skála í 1987 og kallaðist fyrst Skálafjall, Beinir, Akraberg áðrenn hann var seldur til Týsklands, og fekk navnið Dorado. Nú hevur so JFK-trol keypt hann úr Týsklandi, til fiskiskap í Barentshavinum og eftir kongafiski í Irmingarhavinum og aðrastaðni.
Við bryggjuna lógu útróðrarbáturin Líðhamar, frystilínuskipið Klakkur og flakatrolarin Sjúrðarberg.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald