2020-08-21 06:34

Í gjár kom grønlendski trolarin Svend C á Kollafjørð, har hann skuldi landa.
Svend C hevur fiskað makrel í altjóða sjógvi, og hevur hann umleið 900 tons av frystum makreli sum hann landar til frystigoymsluna í Kollafirði.
Aftaná Svend C sla Polar Princess framat, og hava teir umleið 1000 tons av frystum makreli, sum teir eisini hava fiskað í altjóða sjógvi.
Aftaná Polar Princess skal Polar Amaroq landa 550 tons av frystum makreli.
Polar Nanoq kemur í komandi viku, umframt føroysku línuskipini Stapin og Jógvan I.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald