Uppsjóvarskipið Havglans, sum er skrásett í Norra, kom í gjár á Fuglafjørð, har teir skuldu landa.
Havglans hevur verið á sildaveiðu, og fiskiskapurin hevur verið góður.
Teir hava landað 900 tons til Havsbrún, har veiðan verður framleidd mjøl og lýsi, og síðan til fóður.
Tá ið liðugt varð at landa, fóru teir aftur til fiskiskap.
Fleiri skip lógu á Fuglafirði í gjár. Fagraberg bíðaði eftir landingartørni, teir skulu landa 1200 tons til Pelagos. Fagraberg slapp framat aftaná, at Hoyvík hevði landað 900 tons.
Christian í Grótinum landaði umleið 700 tons av sildafløkum, og 600 tons av slógvi til ávíkavist Bergfrost og Havsbrún.
Mynd: Christian í Grótinum (Kiran Jóanesarson)
Mynd: Hoyvík (Kiran Jóanesarson)
Mynd: Fagraberg (Kiran Jóanesarson)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald