Innanlands

Fleiri makrellandingar seinastu dagarnar

Uppsjóvarskip hava landað makrel á næstan øllum uppsjóvarvirkjunum kring landið seinastu dagarnar

Savnsmynd (Mynd: Kiran Jóanesarson)

Savnsmynd (Mynd: Kiran Jóanesarson)

2021-07-03 14:18 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Talan er um landingar til Faroe Pelagic, Pelagos, Varðan Pelagic og Vestmanna Seafood. 

Í Kollafirði landaðu uppsjóvarskipini Norðingur og Borgarin. Norðingur var fyrst inn við umleið 600 tonsum av makreli, og aftaná skuldi Borgarin landa umleið 300 tons.

Í Vestmanna landaði Fram fyrr í vikuni umleið 250 tons av makreli til Vestmanna Seafood, og í gjár kom Finnur Fríði á Tvøroyri við umleið 800 tonsum av makreli, sum skal landast til Varðan Pelagic.

Í Fuglafirði landaði Hoyvík fyrr í vikuni 200 tons av makreli, og aftaná landaði Katrin Jóhanna umleið 350 tons. Í løtuni landar Høgaberg góð 1000 tons av makreli.

Øll uppsjóvarskipini fiskað makrel norðanfyri Føroyar, og hetta er góð stødd, umleið 460 gramm í miðal.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder