Svartkjaftatíðin er í hæddini, og nøkur skip eru á svartkjaftaveiðu í altjóða sjógvi vestanfyri Írland, meðan summi bíða til hann kemur í føroyskan sjógv.
Arctic Voyager, sum seinastu tíðina hevur ligið á Havnini, har ymsikt arbeiði er gjørt við uppsjóvarskipið, liggur nú á runavík, har teir bíða til svartkjafturin kemur í føroyskan sjógv.
Í dag kom Gøtunes eisini á Runavík, har eisini teir fara at liggja í nakrar dagar.
Gøtunes hevur júst landað 2500 tons av svartkjafti til Varðan Pelagic, sum teir hava fiskað í altjóða sjógvi vestanfyri Írland.
Gøtunes: (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)
Upplýst verður, at teir fara at liggja á Runavík í eina tíð, og at støða ikki er tikin enn til, um teir fara aftur í altjóða sjógv ella um teir eisini bíða til svartkjafturin kemur í føroyskan sjógv.
Katrin Jóhanna kom mikudagin í síðstu viku á Havnina, har teir skulu gera ymsikt viðlíkahald, áðrenn teir fara til fiskiskap eftir svartkjafti í føroyskum sjógvi.
Katrin Jóhanna: (Mynd: Sverri Egholm)
Norðingur kom á Havnina í vikuni, har teir eisini skulu gera ymsikt arbeiði, eitt nú skal motorurin yvirhálast. Um teir fara í altjóða sjógv aftaná vita vit ikki.
Norðingur: (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Vertíðin eftir svartkjafti í føroyskum sjógvi, plagar at taka seg upp aftur í apríl.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald