2021-01-05 20:56
Í Fuglafirði hava fleiri svartkjaftalandingar verið seinastu dagarnar.
Hjá Pelagos í Fuglafirði landar Fagraberg 1000 tons av svartkjafti til matna.
Teir hava fiskað svartkjaft sunnanfyri í føroyskum sjógvi, og fiskiskapurin hevur verið góður.
Hjá Havsbrún, sum framleiðir svartkjaftin sum skipini landa til ídnað, hevur havt úr at gera seinastu dagarnar.
Katrin Jóhanna hevur júst landað 1600 tons, og beint aftaná byrjaði Norðingur at landa umleið 2000 tons av svartkjafti.
Hjá Havsbrún verður svartkjafturin framleiddur til mjøl og lýsi, og síðan til fóður.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald