Innanlands

Fleiri skip liðug við sildakvotuna

Jupiter, Gøtunes, Tróndur í Gøtu og Norðingur hava øll fiskað sildakvotuna

Savnsmynd (Mynd: Kiran Jóanesarson)

Savnsmynd (Mynd: Kiran Jóanesarson)

2020-11-04 21:29 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Uppsjóvarskipið Jupiter skal landa umleið 600 tons av góðari sild til Pelagos í Fuglafirði.

Teir hava havt góðan fiskiskap, og hava nú fiskað sildakvotuna fyri í ár.

Uppsjóvarskipini Gøtunes, Tróndur í Gøtu og Norðingur hava eisini fiskað kvotuna efetir sild fyri 2020.

Gøtunes re farin at leita eftir svartkjafti, men lítið og einki er at síggja til svartkjaft undir Føroyum, og heldur eingin makrelur.

[object Object]

Gøtunes - Savnsmynd (Mynd: Kiran Jóanesarson)

Tróndur í Gøtu landar 1900 tons av sild til Varðan Pelagic, og tá ið teir hava landað, fara teir eisini á svartkjaftaveiðu.

[object Object]

Tróndur í Gøtu - Savnsmynd (Mynd: Sverri Egholm)

Norðingur liggur á Oyrareingjum, har teir helst bíða eftir at makrelfiskiskapurin tekur seg upp. Óvist re um teir fara á makrel enn.

[object Object]

Norðingur - Savnsmynd (Mynd: Kiran Jóaneesarson)

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder