Fleiri skip eru komin inn at landa makrel, og okkurt skipið er farið uttanlands at landa.
Á Tvøroyi landa Ango, Tummas T og Tróndur í Gøtu umframt at Gøtunes landaði í gjár, og er farið aftur til fiskiskap.
Hóast fleiri landingar eru, so merkir tað ikki at talan er um rokfiskiskap tí skipini hava tilsamans landað umleið 500 tons av makreli.
Øll hesi skipini hava landað veiðuna til Varðan Pelagic.
Hjá Pelagos í Fuglafirði hava Arctic Voyager og Hoyvík avreitt sín makrel. Arctic Voyager kom inn við umleið 440 tonsum, og Hoyvík hevur umleið 180 tons av makreli.
Uppsjóvarskipið Katrin Jóhanna er farið til Noregs, har skipið skal landa 170 tons av makreli í Egersund.
Makrelfiskiskapurin er so smáligur í løtuni, at tað frættist at okkurt skipið er farið á svartkjaftaveiðu og á sildaveiðu, og tí eru steðga við makrelfiskiskapinum fyribils.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald