Innanlands

Flestu línuskipini fiska undir Føroyum og Íslandi

Meting frá Fiskamarknaðinum viku 12: Ein djúphavstrolari landar møguliga síðst í vikuni

Pison - Savnsmynd (Mynd: Sverri Egholm)

Pison - Savnsmynd (Mynd: Sverri Egholm)

2021-03-22 06:46 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Línuskip: Eitt ísfiskalínuskip er undir Íslandi tað landar mánadagin.
Fýra eru undir Føroyum, Skipini fiska mest av toski og hýsu og so nakað av longu og brosmu. Eitt landar mánadagin, møguliga landar okkurt seinni í vikuni. Trý frystilínuskip eru undir Íslandi og fýra eru undir Føroyum.

Útróður: Streymurin er góður fyrst í vikuni, men harðnar síðst í vikuni. Veðri verður hampuligt alla vikuna, so helst verður nakað av útróðri.

Djúpvatnstrolarar: Tveir eru úti, ein er eystanfyri og roynur hann eftir svartkalva. Møguliga landar hann síðst í vikuni.

Partrolarar: Tey flestu pørini eru til fiskarí. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder