Fiskamarknaður Føroya um viku 10:
Línuskip: Tvey ísfiskalínuskip eru til fiskarí. Tey fiska mest av toski, hýsu. Vit rokna við at bæði landa síðst í vikuni.
Helst fer okkurt av línuskipunum avstað í vikuskiftinum. Fimm frystilínuskip eru undir Íslandi og tvey undir Føroyum. Tey hava gott fiskarí.
Útróður: Streymurin er góður fyrst í vikuni, men harðnar sum vikan gongur. Veðri verður hampuligt, so tað verður helst nakað av útróðri í vikuni.
Djúpvatnstrolarar: Ein er vestanfyri eftir kongafiski, og kemur helst at landa miðskeiðis í vikuni. Ein er sunnanfyri eftir stinglaksi og blálongu, og landar fyrst í vikuni.
Partrolarar: Tey flestu pørini eru til fiskarí.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald