Innanlands

Fleiri landingar á Tvøroyri

Gøtunes kom í gjár inn við 400 tonsum av sild

Savnsmynd (Mynd: Sverri Egholm)

Savnsmynd (Mynd: Sverri Egholm)

2020-10-29 06:56 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Uppsjóvarskipið Gøtunes kom í gjár á Tvøroyri, har teir skulu landa.

Gøtunes hevur verið á sildaveiðu í íslendskum sjógvi, og hevur 400 tons av sild við til lands.

Teir byrjaðu at landa upp í bilar, sum skuldu koyra viðuna til TG Seafood í gjár, og vænta teir at helvtin verður landað til TG Seafood, og restin til Varðan Pelagic.

Tróndur í Gøtu er eisini komin á Tvøroyri at landa.

Tróndur í Gøtu hevur 1400 tons av sild, sum verða landað til Varðan Pelagic.

Finnur Fríði hevur júst landað 1500 tons av sild til Varðan Pelagic.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder