Innanlands

Flogfarið hjá Farcargo komið

"Eysturoy" setti seg í Vágum seinnapartin

(Mynd: Jóanis Albert Nielsen / Jn.fo)

(Mynd: Jóanis Albert Nielsen / Jn.fo)

2024-03-04 19:08 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Farmaflogfarið Eysturoy hjá FarCargo setti seg í dag fyri fyrstu ferð á flogvøllinum í Vágum.

Móttøka verður í morgin fyrrapart og eftir hetta fer Eysturoy at seta kós vestur um hav við eitt nú laksi.

[object Object](Mynd: Jóanis Albert Nielsen / Jn.fo)

Farmaflogfarið er eitt Boeing 757-200 flogfar frá 2001, sum hevur flogið fyri American Airlines øll árini. Flogfarið er seinasta árið umbygt og klassað til farmaflogfar og tekur 34 tons av farmi ella í alt 230 rúmmetrar. Motorarnir eru av merkinum Rolls Royce.

Jn.fo var á flogvøllinum tá flogfarið lendi seinnapartin. Sí myndir

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder