Innanlands

Føroyar góðkendar sum atlimur í IALA

Talan er um altjóða felagsskap, ið samskipar heimsins vitar og sjóuppmáting

(Savnsmynd: Pól Sundskarð)

(Savnsmynd: Pól Sundskarð)

2025-02-20 10:46 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Mikumorgunin 19. februar var á aðalfundi í Singapore atkvøtt um, hvørt Føroyar kundu fáa atlimaskap í felagsskapinum IALA.

Eingin atkvøddi ímóti, og vit fingu tí fulla undirtøku. Sostatt eru vit nú ”Associated members of IALA”, skrivar Sjóvinnustýrið í tíðindaskrivi.

Hetta er fyrsti aðalfundurin hjá IALA eftir at felagsskapurin hevur broytt status frá at vera ein ikki-stovnsligur felagsskapur (NGO) til at vera ein millumstatsligur felagsskapur (IGO).

Føroyar gjørdust upprunaliga limur í felagsskapinum í juli 2024, beint eftir, at málsøkið vitaverk og sjóuppmerking varð yvirtikið.

Les meira um IALA her

Men av tí at IALA fór frá at vera NGO til IGO, og viðtøkur og ásetingar harvið vórðu broyttar, so varð neyðugt at søkja um limaskap av nýggjum.

Aðalfundurin er í Singapore hesa vikuna, og  fundinum luttaka eini 400 fólk úr 65 londum, umboðandi embætisfólk, maritimar leiðarar og onnur. Úr Sjóvinnustýrinum luttaka vegna Føroyar Hans Johannes á Brúgv, stjóri, og Asbjørn Østerø, deildarleiðari fyri vitaverk og sjóuppmerking.

IALA stendur fyri International Organization for Marine Aids to Navigation and Lighthouse Autorities. Í høvuðsheitum merkir broytingin frá NGO til IGO, at felagsskapurin fær meiri formelt vald og bindandi heimildir, men eisini at hann verður bundin av politisku avtalunum millum lond heldur enn at arbeiða óheftur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder