Innanlands

Føroyingar eygleiðarar umborð á russiskum skipum

Seinastu tíðina hava fleiri føroyingar verið eygleiðarar umborð á russiskum skipum, sum hava fiskað í grønlendskum sjógvi

2018-08-15 07:35 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Ein av teimum, sum hevur verið eygleiðari seinastu vikurnar er Poul Helgi Jacobsen, sum er búsitandi á Nesi. 

- Vit hava verið umborð í fýra vikur, og vit koma á Runavík tíðliga í morgin, sigur hann. 

Mynd: Poul Helgi Jacobsen

Poul Helgi Jacobsen greiðir víðari frá, at fýra føroyingar, og ein grønlendingur hava verið við seinastu tíðina sum eygleiðarar, tó á hvør sínum skipum.

- Ludvík við Stein, sum er teirra umboðsmaður í Føroyum, setti seg í samband við meg, og segði at teir manglaðu eygleiðarar umborð á Zamokvorechye, sum er ein stórur russiskur verksmiðjutrolari. 

Skipini fiska makrel fyri Polar Seafood í grønlendskum sjógvi, og tá er krav, at ein eygleiðari skal vera við umborð.

Manningin telur 73 mans, harav 72 eru russar, og so eygleiðarin afturat.

- Umstøðurnar hava verið góðar umborð, tað er lítið at ivast í. Manningin var sera fitt og fyrikomandi, og vit fingu góðan mat fimm ferðir um dagin.

- Mítt arbeiðið er at eygleiða fiskiskapin, og senda skjøl og royndir frá veiðuni dagliga, sigur Poul Helgi Jacobsen.

- Hetta er í sambandi við krøv frá GFLK, og so skulu vit eisini taka stakroyndir av hvat makrelurin etur. Eisini skulu vit uppgeva hvat fyri hjáveiðu skipini fiska. Hendan túrin fingu vit eitt nú fýra tunfiskar.

Mynd: Poul Helgi Jacobsen

Mynd: Poul Helgi Jacobsen

Poul Helgi Jacobsen sigur, at hann ikki skal avstað aftur í ár, men vónar at hann sleppur við aftur í næsta ár.

Zamokvorechye fer væntandi til Grønlands aftur at fiska sunnudagin, og tá verður ein annar føroyingur eygleiðari umborð. 

Russiski trolarin hevur 1200 tons av makreli nú teir koma á Runavík tíðliga í morgin. 

Mynd: Poul Helgi Jacobsen hevur verið eygleiðari umborð á Zamokvorechye seinastu fýra vikurnar 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder