Uppsjóvarskipið Hoyvík, sum hevur havt heimstað í Tórshavn seinastu árini, er nú skrásett í Grønlandi. Ætlanin er tó at skipið aftur kemur undir føroyskt flagg.
- Skipið skal fiska makrel fyri Tasiilaq, sum Royal Greenland seldi fyrr í ár, sigur Hans Andrias Kelduberg, reiðari.
Royal Greenland, sum átti Tasiilaq, hevði ætlanir um at keypa Christian í Grótinum, men av tí at Norðborg breyt motorin, so kundi skipið ikki latast til tíðina, og tí er hetta seinkað.
Christian í Grótinum (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)
- Vit hava gjørt eitt samstarv, har Hoyvík fer til Grønlands at fiska fyri Tasiilaq, og so skal Christian í Grótinum fiska okkara kvotur, sum vit hava eftir í ár, sigur Hans Andrias Kelduberg, reiðari á Hoyvík.
Ætlanin er, at Hoyvík fer úr Føroyum um vikuskiftið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald