Innanlands

Føroysk skip kunnu nú fáa væl meira fyri svartkjaftin

Væl hægri prísur at landa svartkjaft uttanlands. Kunngerð, sum sigur at føroysk skip kunnu landa uttanlands, kemur í gildi í dag

Savnsmynd (Mynd: Sverri Egholm)

Savnsmynd (Mynd: Sverri Egholm)

2020-03-11 10:08 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Fiskimálaráðið hevur broytt kunngerðina, sum sigur at øll veiðan skal landast í Føroyum, soleiðis at svartkjaftur eisini kann landast uttanlands.

Finnur Fríði landar í morgun 2300 tons av svartkjafti í Egersund, har teir fáa væl meira fyri svartkjaftin enn í Føroyum, har prísurin er 1,82 krónur kilo. Í Norra var hann eitt skifti omanfyri 2 krónur kilo.

Finnur Fríði hevur fiskað svartkjaft í altjóða sjógvi vestanfyri Írland, og fara teir aftur á svartkjaftaveiðu tá ið teir hava landað.

Kunngerðin er sett í gildi fyri at sleppast skal undan longu bíðitíðunum, soleiðis at sum mest fæst fyri svartkjaftin. Kunngerðin fevnir eisinans um svartkjaft, og var eisini broytt í 2019 og 2018. 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder