2025-09-25 07:53

Virgar Tindskarð flutti saman við konuni til Danmarkar í 70'unum, har hann hevur verið reiðari og skipari í fleiri ára tíggju.
Virgar hevur í fleiri ár verið ímyndin av reiðarínum Beinur í Hirtshals, sum eigur eitt stórt uppsjóvarskip við sama navnið.
Virgar Tindskarð í 2021 (Privatmynd)
Seinastu árini hava synirnir Fríðálvur Tindskarð og Runi Tindskarð yvirtikið stóra uppsjóvarreiðaríið, meðan dótturin Elin Tindskarð, hevur átt eitt reiðarí við einum minni trolbáti, sum hevur navnið Elin.
Virgar andaðist á sjúkrahúsinum í Hjørring sunnudagin 21. september.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald