- Hetta er framtíðin fyri línubátarnar. Ein línuskipan við ongum stampum, so menn ikki skulu bera og drassa fleiri túsund pund av línu og stampum, áðren teir byrja at draga línuna.
- Vit eru enn einasti bátur í føroyska flotanum, sum hevur hesa línuskipanina. Tað, eg veit, so er tað bara ein bátur eftir í Norra, sum roynir við hesi skipanini, hóast fimm byrjaðu.
Tað sigur Kaj Eivindson, skipari, á línubátinum, Leitisteini.
- Línan er uppi á trumlu, og húkarnir eru á stokkum. Tá vit seta, so vera teymarnir heftir uppá línuna so hvørt, sum vit seta, og húkarnir egndir sum hjá hinum línuskipunum. Vit draga línuna sum hini línuskipini, men við tí broyting, at her vera teymarnir loystir av aftur og fara uppáaftur stokkin, meðan línan verður rullað uppáaftur trumluna. Tí hava vit ongar stampar, og línan og húkarnir eru atskildir umborð, sigur hann.
- Skipanin treingir enn til nakrar betringar, men sum heild, riggar hon væl. Hon er gjørd til, at tríggir mans skulu kunnu manna bátin. Vit vóru tríggir nú, men tað hevði verið betri við fýra. Vit hava umleið 30 stampar undir, men skulu fáa fleiri.
Vit hava sett tríggjar ferðir einar umleið 80 stampar tilsamans og hava umleið 14.000 pund, so tað er ikki so galið, sigur Kaj Eivindson.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald