2019-10-23 15:34
Grønlendska uppsjóvarskipið Polar Amaroq kom í morgun á Kollafjørð, har teir skulu landa.
Polar Amaroq hevur verið á sildaveiðu, og teir landa 480 tons av frystum til Samkip í Kollafirði.
Norðingur, sum kom á Kollafjørð í gjár, landar 800 tons av feskari sild til Faroe Pelagic.
Bæði skipini fara aftur til fiskiskap tá ið liðugt er at landa.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald