Frystilínuskipini, sum hava verið til fiskiskap á Flemish Cap eru nú komin heim aftur.
Jógvan I og Stapin vóru fyrstir á Kollafjørð, har teir komu í gjár.
Í góðveðrinum í dag komu Kambur og Eivind, sum eisini skulu landa í Kollafirði.
Skipini fóru á Flemish Cap fyrst í hesum árinum, men vórðu tó nakað seinakaði av vánaligum veðrið.
Tá ið skipini komu á fiskileið á Flemish Cap, gekk tað skjótt at fiska felags kvotuna, sum var umleið 1900 tons.
Klakkur, sum er nýggjasta línuskipið í flotanum fiskaði mest. Tilsamans høvdu teir 458,7 tons, men teir fiskaðu eisini partin hjá Ågot, sum hevur fiskað á Føroya Banka, meðan hini frystilínuskipini hava verið á Flemish Cap.
Kambur og Stapin hava fiskað 277,8 tons í part, og Eivind hevur 279,8 tons. Jákup B, sum var síðstur avstað, fiskaði seinastu 20 tonsini og kom uppá 297,8 tons.
Klakkur liggur eystanfyri Nólsoynna, har teir skuldu royna útgerðina undir Føroyum, áðrenn teir komu inn at landa.
Jákup B er heldur ikki komin inn við veiðuni enn.
Klakkur og Jákup B landa veiðuna í Klaksvík.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald