Innanlands

Fýra til Suðuroyar og tvær til Sandoynna

Fiskimálaráðið hevur nú kunngjørt hvør hevur fingið menningarkvoturnar

Eysturbúgvin fær part av menningarkvotuni (Savnsmynd)

Eysturbúgvin fær part av menningarkvotuni (Savnsmynd)

2019-07-02 10:53 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Seks verkætlanir fáa meningarkvoturnar í ár. Tvær í Sandoynni og fýra í Suðuroynni, harav tvær við virksemi í Vági, ein í Hvalba og ein á Tvøroyri.

Fiskimálaráðið hevur nú kunngjørt hvussu tey 11.711 tonsini av svartkjafti, 3.159 tonsini av makreli og 4.695 tonsini av norðhavssild eru býtt.

Avgjørt er, at øll loyvini eru bert fyri eitt ár.

Pf. Thor og Pf. Sandoy Seafood fáa 500 tons av makreli og 1.000 tons av sild.

Pf. Vørðustíggjur (Eysturbúgvin) fær tað sama, 500 tons av makreli og 1.000 tons av sild.

Pf. North Atlantic Seafood fær 5.500 tons av svartkjafti

Pf. TG Fish, Pf. Steintór og Pf. Jókin fáa mest í tonsum, 4.711 tons av svartkjafti, 1.259 tons av makreli og 2.000 tons av sild

Pf. Defa fær 1.500 tons av svartkjafti, 500 tons av makreli og 195 tons av sild.

Pf. Delta Seafood fær 400 tons av makreli og 500 tons av sild

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder