Fyrrverandi Tróndur í Gøtu, sum varð seldur av landinum fyri 10 árum síðan, hevur enn einaferð fingið nýggjar eigarar.
Skipið, sum hevur havt heimstað í Peru, og navnið Pacific Hunter, er selt til Russlands.
Tað var nógv umtalaða felagið Pacific Anders, sum átti stóra móðurskipið Lafayette, sum keypti Trónd í Gøtu, tá ið skipið varð avloyst av einum nýbygningi fyri umleið 10 árum síðan, sum Varðin hevði latið bygt í Skagen.
Sama felag í Peru, keypti eisini fyrrverandi Næraberg, sum nú kallast Arctic Voyager, og hevur heimstað í Hvalba.
Tað eru helst nógv, sum minnast aftur á góð minnir umborð fyrrverandi Tróndi í Gøtu, sum var skrásettur í føroyska flotanum í yvir 20 ár, men skipið mundi ikki fingið langa livitíð í Føroyum.
Skipið mundi fari á heysin stutta tíð eftir at tað kom í flotan, sum nýbygningur, men tíbetur eydnaðist tað reiðarínum at venda gongdini, soleiðis at skipið kundi vera verandi í føroyska flotanum.
Tróndur í Gøtu var eitt av fleiri skipum í stóra skipapakkanum frá 1980'unum.
Einasta skipið, sum er eftir frá skipapakkanum er rækjutrolarin Arctic Viking, sum hevur heimstað í Kollafirði.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald