Innanlands

Fyrsta lastin landað til Varðan Pelagic

Finnur Fríði hevur 700 tons av makreli við til lands hendan túrin

Savnsmynd (Mynd: Kiran Jóanesarson)

Savnsmynd (Mynd: Kiran Jóanesarson)

2021-06-15 06:47 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Markreltíðin er av álvara byrjað, og fyrsta lastin er landað til Varðan Pelagic. 

Tað var Finnur Fríði, sum átti frystu nøgdina av makreli, sum er landað til Varðan Pelagic í ár.

Finnur Fríði hevur verið á makrelveiðu eystanfyri í føroyskum sjógvi, men fiskiskapurin hevur verið smáligur.

Teir hava landað 700 tons av makreli til Varðan Pelagic, og talan er um eina nøgd, har Gøtunes hevur fiskað ein part av veiðuni, sum síðan varð pumpaður yvir í Finn Fríða.

Føroysku uppsjóvarskipini eru byrjað makrelfiskiskapin ein mánaða fyrr enn vanligt er, og í gjárkvøldið loysti uppsjóvarskipið Tummas T av Runavík, og setti kós eystureftir á makrelfeltið.

Føroyska makrelkvotan er í ár omanfyri 167.000 tons, sum er meira enn 60.000 tons enn í fjør. Eisini eiga skipini munandi meira kvotu í ár, tí ein stórur partur av kvotuni frá 2020 er fluttur frá í fjør til í ár.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder