Kunngerðin um broyting í kunngerð um avmarkandi tiltøk í sambandi við atgerðir móti Ukraina, kemur í gildi 12. juli.
Og longu nú sæst fyrsta russiska umskipanin av makreli á opnum havi.
Hetta var nakað, sum Fishfacts longu kundi avdúka í frágreiðingini um russiskan fiskiskap, sum varð løgd fram miðjan juni. Tað var í sambandi við fiskiskap í Irmingarhavinum, men nú verður hetta eisini gjørt í altjóða sjógvi.
Talan er um trolaran Kapitan Demidenko sum hevur fiskað makrel í altjóða sjógvi, og veiðan er umskipað til farmaskipið Tanganrogskiy Zaliv.
Makrelur fiskaður í føroyskum sjógvi kann umskipast í Føroyum, meðan makrelur, sum er fiskaður í altjóða sjógvi, sum ikki er fevndur av fiskiveiðuavtaluni millum Føroyar og Russland, kann ikki umskipast í Føroyum, nú kunngerðin er broytt.
Í løtuni fiskar bara eitt russiskt skip, Lazurnyy, í føroyskum sjógvi. Restin fiskar í altjóða sjógvi norðan fyri Føroyar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald