Tvíkiljan Nøvan hjá Luna bleiv tikin upp á dagførda bedingsvogninum og inn í gomlu byggihøllina á MEST í Tórshavn seinnapartin í gjár.
Nøvan er 15 metrar til longdar og 6 metrar breið og skal til høvuðsumvælingar inni í høllini komandi vikurnar. Tað tók einans 5 minuttir at fáa tvíkiljuna av bedingini og inn í høllina har hon verður standandi á vogninum, skrivar Mest á heimasíðuni.
Motorar og gear skulu skiftast og ávísar minni umbyggingar gerast. Harumframt verður ymiskt annað viðlíkahald framt - eitt nú reinsing og máling.
Nøvan hevur sítt vanliga virksemi við aliringarnar hjá Luna á Velbastað.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald