Fyrsti nýbygningur til uppsjóvarvinnuna í 12 ár

Seinast ein nýbygningur kom til uppsjóvarvinnuna var í 2010. Hetta er ein stór løta, sigur Bogi Rasmussen, ein av eigarunum av Christian í Grótinum

Kristian Martin Rasmussen og umboð fyri Karstensens Skibsværft (Mynd: Norðlýsið)

Kristian Martin Rasmussen og umboð fyri Karstensens Skibsværft (Mynd: Norðlýsið)

2020-07-07 20:06 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Sáttmálið varð í dag undirskrivaður millum reiðaríið Christian í Grótinum og donsku skipasmiðjuna Karstensens Skibsværft.

- Hetta er ein stór løta, og vit eru sera spentir uppá nýggja skipið, sigur Bogi Rasmussen, sum er ein av eigarunum, og annar av skiparunum umborð á Christian í Grótinum.

- Tilgongdin at byggja nýtt skip fyri Christian í Grótinum fór í gongd fyrst í hesum árinum, og vit spurdu fýra skipasmiðjur, men korona seinakaði arbeiðinum munandi. Karstensens Skibsværft hevði tó ein fyrimun av tí at teir byggja skrokkin eisini, og tí vóru teir skjótir við tekningum og prísi, og tí valdu vit millum annað at fara víðari við teimum. Eisini er hendan skipasmiðjan ein av teimum førandi í heiminum til tann fiskiskapin, sum vit skulu hava skip til, sigur Bogi Rasmussen.

Av teimum fýra skipasmiðjunum, sum vórðu spurdar vóru tríggjar norskar.

Framkomið skip

Talan verður um eitt framkomið skip á øllum økjum, og eitt nýtt snið, sum er ment í tøttum samstarvi millum reiðarí og skipasmiðju.

- Skokkurin er júst tann sami sum nýggja Ruth, sum Gullak Madsen í Hirtshals letur byggja á somu skipasmiðju, men yvirbygningurin er ein heilt annar, sigur Bogi Rasmussen.

Hann sipar til, at teir hava valt at flyta brúnna longur á miðjuna á skipinum, og hava nú avsílingina undir brúnnið, heldur enn frammanfyri.

- Hetta valdu vit at gera tá vit bygdu Norðborg, og hetta er nakað, sum vit hava verið sera glaðir fyri, og hevur eisini víst seg at riggað væl.

Eisini kemur skipið at hava elektriskt spøl, og alla nýhugsan tá ið tað kemur til umhvørvisvinarlig atlit, larm og manningarviðurskiftir.

- Vit hava nógv fleiri og nógv minni kølitangar á nýggja skipinum, og er hetta rættuliga slóðbrótandi, eins og køliútgerðin er sera framkomin, so nú fáa vit munandi betri góðsku og tí eisini betri prís fyri kilo.

Tryggari grundarlag, og tí verður bygt nýtt

Í 2020 kom nýggj fiskivinnulóg í gildi, sum gjørdi, at uppboðsølan varð strikað, loyvini knýtt at stálinum aftur, og loyvini vórðu gjørd til 12 ára rættindir, og hetta eru tríggir sera týdningamiklir faktorar, sum skulu til, fyri at kunna hugsa langt fram í tíðina.

- Vit hava ivast leingi um at byggja nýtt. Vit høvdu eitt konkret boð uppá Norðborg, og høvdu teknað nýtt skip fyri Norðborg, men tað vísti seg, at verða alt ov stór óvissa um fiskivinnulógvina, sum kom í gildið í 2018, og tí valdu vit at taka nei til tað boðið, og tað var ein tung avgerð, sigur Bogi Rasmussen.

Bogi Rasmussen sigur víðari, at teir hava hugsað leingi um at byggja nýtt, og tað natúrliga er at byggja nýtt fyri Christian í Grótinum, sum er bygdur í 2003, og tí er 17 ára gamal.

Christian í Grótinum skal seljast

Nú sáttmáli er undirskrivaðu um nýggjan Christian í Grótinum, so skal núverandi Christian í Grótinum seljast.

- Vit høvdu ynskt at vit kundu selt núverandi Christian í Grótinum tann dagin nýggja skipið kemur, men tað verður helst ikki, sigur ein flennandi Bogvi Rasmussen, tá ið hann verður spurdur um hvat skal henda við skipinum, teir brúka nú.

- Tað er áhugi fyri Christian í Grótinum, og uttan at fara niður í smálutir, so eru tað serliga grønlendingar og russar, sum hava áhuga fyri Christian í Grótinum, men sum nú er, er einki nóg konkret til at gera nakrar viðmerkingar.

Fara aftur til kølitangar

Reiðaríið aftanfyri Christian í Grótinum er kent fyri, at hava verksmiðjuskip, og Norðborg var framkomnasta skipið av sínum slag, tá ið tað kom í flotan í 2008. 

- Vit hava hugsað nógv um, at byggja eitt verksmiðjuskip aftur, men vit valdu at fara aftur til RSW ella kølitangar, sum tað eisini verður nevnt, og tað er tí, at vit hava eina stóra svartkjaftakvotu, og man fær for lítið fyri kilo, til at gera fløk og framleiða mjøl og lýsi frá svartkjaftinum umborð, og tí fara vit aftur til kølitangar.

Seinast felagið hevði eitt skip, sum einans hevði kølitangar var tá ið reiðaríið fekk handað Christian í Grótinum, sum felagið lat byggja í Chili. Eitt skip, sum teir yvirtóku í 1999, og seldu aftur í 2008.

Nýggi Christian í Grótinum verður 89,35 metrar langur, 17 til 18 metrar breiður, og skal handast reiðarínum fyrst í 2022.

[object Object]

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder