Innanlands

Fyrstu jólapakkarnir farnir umborð

Fyrstu jólapakkarnir frá sjómanskvinnuringunum eru longu farnir umborð á nøkur skip

(Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

(Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

2021-11-04 19:32 Author image
Føroyska Sjómansmissiónin
placeholder

Fyrstu jólapakkarnir frá sjómanskvinnuringunum eru longu farnir umborð á nøkur skip. Tey eru Enniberg, Akraberg, Vermland og Hav Nes. Arctic Viking, Gadus og onnur, sum møguliga verða burtur á jólum, fara at fáa pakkar komandi dagarnar.

Meginparturin av føroysku skipunum eru heima á jólum, meðan nøkur eru til fiskiskap, í frálandavinnu ella í farmavinnu á jólum.

Umráðandi er fyrst og fremst, at skipini, sum eru burtur á jólum, fáa pakkar. Harafturat roynir Sjómansmisiónin at geva jólapakkar til sjófólk okkara, so langt, sum pakkarnir røkka.

[object Object](Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

Í gjár var sjómanstrúboðarin í Fuglafirði, har Hav Nes lossaði til Havsbrún. Koronufyrivarni var tikið, og tí kom maskinmaðurin, Henry Christiansen, í land eftir pakkunum. 

Hann takkaði fyri pakkarnar og nevndi, at teir, sum vóru umborð nú, skjótt skuldu í land, men vera umborð á jólum.

Jólapakkarnir til sjófólkið kunnu latast inn á fýra støðum. 

Á skrivstovuna hjá Føroya Fiskimannafelag, á Bryggjubakka í Havn, Leguhúsinum í Nesvík, Bláa Krossi Føroya í Runavík og á Klaksvíkar sjómansheimi.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder