Gadus komin á Klaksvík

Flakatrolarin kom seinnpartin heim við 750 tonsum

Savnsmynd (Mynd: Høgni biskopstø)

Savnsmynd (Mynd: Høgni biskopstø)

2020-06-07 21:05 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Flakatrolarin Gadus kom á Klaksvík í dag, har teir skulu landa.

Teir hava verið burtur í góðar tveir mánaðir, og skulu landa umleið 750 tons av flaki í Klaksvík.

Gadus hevur fiskað í norska partinum av Baretnshavinum hendan túrin, og fiskiskapurin hevur verið hampiligur.

Gadus fer aftur til fiskiskap hósdagin, og tá verður farið í russiskan sjógv at fiska. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder