Gadus sett kós móti Føroyum

Flakatrolarin hevur 750 tons nú teir sigla heim

2020-06-04 10:03 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Flakatrolarin Gadus setti í gjár kós móti Klaksvík, har teir skulu landa. 

Tað eru júst tveir mánaðir síðan teir loystu av Klaksvík, og teir hava umleið 750 tons nú teir sigla heim.

Gadus hevur roynt í norska partinum av Barentshavinum, og tað tekur umleið fimm døgn at sigla til Føroyar.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder