2021-01-13 06:51
Flakatrolarin Gadus setti í síðstu viku kós móti Føroyum.
Teir hava verið til fiskiskap í Barentshavinum, men fiskiskapurin hevur verið vánaligur.
Teir hava umleið 380 tons av flaki við til lands. Gadus fór av Klaksvík 31. oktober í fjør.
Gadus verður væntandi á Klaksvík síðst í vikuni.
Mynd: Fishfacts
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald