2025-03-18 09:26

Flakatrolarin Gadus verður í Ánunum í morgin, har veiðan skal landast.
Gadus hevur verið til fiskiskap í norska partinum av Barentshavinum, og fiskiskapurin hevur verið hampuligur.
Gadus hevur umleið 745 tons av flaki, gott 200 tons av mjøli og beint undir 70 tons av lýsi við til lands.
Gadus fór til fiskiskap tann 5. januar, og manningin telur 32 mans.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald