Um middagsleitið kom avloysaraskipið hjá Smyril Line á Havnina á fyrsta sinni.
Skipið er stórt. Við sínum 193 metrum, er tað satt at siga knappar 30 metrar longri enn Norrøna.
MV Lista er navnið, og skipið er eitt sonevnt ro-ro skip, sum hini farmaskipini hjá Smyril Line eisini eru.
Skipið byrjaði í sigling mánadagin og skal sigla á rutuni millum Rotterdam, Tórshavn og Þorlákshöfn.
MV Lista sum er bygt á Odense Staalskibsværft í 2011 skal loysa Glyvursnes av. Glyvursnes skal umvælast á skipasmiðju í Frederikshavn eftir eina spreinging umborð meðan skipið lá í Hirtshals 2. januar. Tríggir menn fingu skaða av hendingini. Ein maður læt lív, ein fekk álvarsligan skaða.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald