Reiðaríið Thor í Hósvík hevur keypt Inuksuk l úr Kanada.
Thor hevur keypt Inuksuk l, sum er fyrrverandi Hvítanes, sum aftur fær heimstað í Føroyum.
- Vit hava keypt trolaran, sum skal fiska rækjur í Barentshavinum, sigur Hans Andrias Kelduberg, reiðari.
Reiðarin leggur aftrat, at skipið fer eftir ætlan úr Kanada seint í komandi viku og skipið kemur til Føroya, har tað skal yvirtakast og undir føroyskt flagg.
Inuksuk l skal fiska rækjukvotuna, sum Thor eigur frá Kappanum.
Inuksuk l er bygdur á Skála Skipasmiðju í 1987, og fekk tá navnið Hvítanes. Skipið bleiv selt av landinum í 1993.
Hans Andrias Kelduberg, reiðari, ynskir ikki at upplýsa keypsprísin, og heldur ikki hvat navnið verður á skipinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald