Upptøka: Herleivur Davidsen
--
Nú fyrrapartin sæst nýggjasta uppsjóvarskipið í føroyska flotanum suður úr Eystnesi, og hann hevur eisini siglt út fyri Æðuvík.
Sum skilst leggur Høgaberg leiðina inn á Toftir um middagsleitið og síðani verður farið móti Fuglafjørði, har móttøka verður.
Høgaberg er bygur í Skagen og fór til fiskiskap í síðstu viku beint eftir at skipið varð yvirtikið, og kemur á Fuglafjørð seinnapartin á fyrsta sinni.
Hetta verður við skrivstovubygningin hjá reiðarínum Framherja. Móttøkan byrjar klokkan 16.
Á skránni verða dópur, sangur, røður, okkurt til matna, og eisini er møguleiki at fara umborð at síggja skipið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald