
Partrolararnir Hamranes og Breiðanes eru ávegis til Føroya, eftir at parið er dagført í Danmark.
Hamranes og Breiðanes fóru til Danmarkar í mars mánaða, og skuldu eftir ætlan koma aftur í august.
Talan var um eitt sera drúgt og stórt arbeiði, sum skal gerast við partrolararnar, og arbeiðið bleiv nakað seinkað.
Tað vóru ymsar seinkingar í leveringini, av lutum, sum gera at sjálvt arbeiðið er seinkað nakað. Hóast seinkingar eru, so hevur arbeiðið gingið gott.
Eitt nú hevur parið fingið nýggjar høvðusmotorar. Høvuðsmotorarnir, sum vóru í skipunum vóru MAN B&W Alpha 1203HK / 885KW og nýggju motorarnir eru tveir ABC motorar, sum eru eitt sindur størri og munandi meira orkusparandi enn teir gomlu.
Arbeitt hevur verið við at skifta parið út við eitt nýggjari og størri par, men ringt er at finna slíkar á marknaðinum, og at byggja nýtt verður ov dýrt til tað grundarlagið, sum reiðaríið hevur í dag. Tí valdu eigararnir heldur at dagføra skipini í Danmark.
Hamranes og Breiðanes eru bygdir í Polandi í 1990, og fingu upprunaliga nøvnini Polarhav og Stjørnan.
Hamranes og Breiðanes vera í Føroyum í morgin.
Les eisini: Hamranes og Breiðanes dagførast í Danmark
Les eisini: Hamranes og Breiðanes seinkaðir í Thyborøn
-
Breiðanes og Hamranes eru dagførdir í Thyboræn seinastu mánaðirnar (Mynd: Gert Vejen)
-
Mynd: fishfacts.fo

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald