Innanlands

Video: Sjúrður Tollaksson farin av bakkastokki í Póllandi

Hátíðardagur í Gdansk mikudagin tá nýggjasta skipið hjá Varðanum fór av bakkastokki

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2025-09-25 17:23 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Nýggi trolarin hjá Varðanum, Sjúrður Tollaksson, fór mikudagin av bakkastokki á Karstensens Skipasmiðjuni í Gdansk í Póllandi.

Skrokkurin er bygdur har, og um hálvan oktober skal hann sleipast til Karstensens Skibsværft, og har skal arbeiðið gerast liðugt.

Les eisini: Trolarin hjá Framherja fer at eita Lerkur

Sjúrður Tollaksson er 44,10 metrar langur og 11,5 metrar breiður. Á somu skipasmiðju í Póllandi verður nýbygningurin hjá Framherja, Lerkur, bygdur. Skipini skulu fiska fyri Faroe Origin, sum reiðaríini eiga í felag.

Eftir ætlan koma nýggju skipini í flotan í 2026.

Sí eisini: Myndir: Nærkast til Sjúrður Tollaksson verður sleipaður til Skagen

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder