Uttanlands

Hamranes og Breiðanes sett kós móti Føroyum

Seinastu mánaðirnar hevur parið ligið í Thyborøn, har tað er dagført

Breiðanes og Hamranes eru dagførdir í Thyborøn seinastu mánaðirnar (Mynd: Gert Vejen)

Breiðanes og Hamranes eru dagførdir í Thyborøn seinastu mánaðirnar (Mynd: Gert Vejen)

2025-09-29 13:37 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Partrolararnir Hamranes og Breiðanes eru ávegis til Føroya, eftir at parið er dagført í Danmark.

Hamranes og Breiðanes fóru til Danmarkar í mars mánaða, og skuldu eftir ætlan koma aftur í august.

Talan var um eitt sera drúgt og stórt arbeiði, sum skal gerast við partrolararnar, og arbeiðið bleiv nakað seinkað.

Tað vóru ymsar seinkingar í leveringini, av lutum, sum gera at sjálvt arbeiðið er seinkað nakað. Hóast seinkingar eru, so hevur arbeiðið gingið gott.

Eitt nú hevur parið fingið nýggjar høvðusmotorar. Høvuðsmotorarnir, sum vóru í skipunum vóru MAN B&W Alpha 1203HK / 885KW og nýggju motorarnir eru tveir ABC motorar, sum eru eitt sindur størri og munandi meira orkusparandi enn teir gomlu.

Arbeitt hevur verið við at skifta parið út við eitt nýggjari og størri par, men ringt er at finna slíkar á marknaðinum, og at byggja nýtt verður ov dýrt til tað grundarlagið, sum reiðaríið hevur í dag. Tí valdu eigararnir heldur at dagføra skipini í Danmark.

Hamranes og Breiðanes eru bygdir í Polandi í 1990, og fingu upprunaliga nøvnini Polarhav og Stjørnan.

Hamranes og Breiðanes vera í Føroyum í morgin.

Les eisini: Hamranes og Breiðanes dagførast í Danmark

Les eisini: Hamranes og Breiðanes seinkaðir í Thyborøn

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder